P/F Havsbrún varð stovnað í 1966.

P/F Havsbrún fór undir at framleiða fiskamjøl og lýsi í 1966. Framleiðslutólini kláraðu tá at arbeiða umleið 400-500 tons av fiski um samdøgrið. Nógvar íløgur eru síðan gjørdar í fiskamjøls- og lýsiframleiðsluna, og er framleiðsluorkan í dag umleið 1800 tons av fiski um samdøgrið.

Í 1981 fór Havsbrún undir at royndarframleiða alifóður. Í 1988 varð eitt nýtt fóðurvirki tikið í nýtslu. Fóðurvirkið hevði eina framleiðsluorku uppá 60 tons um samdøgrið. Síðan tá er fóðurvirkið støðugt útbygt og dagført við nýggjastu og fremstu tøknini innan fóðurframleiðslu. Framleiðsluorkan er í dag umleið 600 tons av fóðri um samdøgrið.

Kreppan fyrst í 90-árunum rakti alivinnuna sera meint. Nógv alibrúk fóru á húsagang, og vandi var fyri, at alivinnan datt niðurfyri. Í arbeiðinum at byggja føroysku alivinnuna uppaftur hevur Havsbrún havt sera stóran leiklut.

Í 2011 bleiv Havsbrún partur av Bakkafrost Samtakinum.

Nærri kunning um søguna hjá Havsbrún sí faldarin 'Havsbrún 50 ár'.

Søgan hjá Havsbrún

Ár

Tekstur

1965

Esmar Fuglø gerst stjóri

1965-66

Veturin 1965-66 varð verksmiðjan bygd á bryggjuni í Fuglafirði. Merkið er vundið á stong, so reisugildi er.

1966

P/F Havsbun for undir at framleiða fiskamjøl og lýsi. Havsbrún tekur ímóti fyrstu sildalastini frá Beinir 30. juni 1966

1968

Ditleif Eldevig gerst stjóri

1972

Andreas Lava Olsen gerst stjóri

1983

Havsbrún byrjar royndarframleiðslu av alifóðri

1987

Føroyska alivinnan verður rakt av Hitra-sjúkuni

1988

Nýtt fóðurvirki tikið í nýtslu. Íløgan var góðar 45 milliónir krónir.

1991

Føroyska alivinnan verður rakt av furenkolosan

1995

Bergur Poulsen gerst stjóri á Havsbrún. Bergur var leiðari á fóðurdeildini áðrenn hann tók við sum stjóri.

2004

Havsbrún tekur ímóti størstu nøgdini av rávøru, 336.000 tons.

2011

Havsbrún gerst partur av Bakkafrost samtakinum

2014

Havsbrún keypur 30% av Pelagos

2016

Bakkafrost samtakið kunngerð eina íløguætlan á 2,2 milliardir krónur komandi fimm árini. Av teimum verða umleið 380 milliónir nýttar til íløgur hjá Havsbrún

2017

Havsbrún tekur ímóti størstu nøgdini av rávøru - 342.000 tons.

2019

Marius Petersen gevst eftir góð 46 ár á Havsbrún

2020

Havsbrún fær nýggja heimasíðu.