Fyri at fylgja við krøvum frá kundum og myndugleikum, hevur Havsbrún valt at hava góðskugóðkenningar á virkinum.

Í løtuni hevur Havsbrún 8 ymiskar góðkenningar.

  • ISO9001:2015
  • GMP+ B1
  • GlobalG.A.P
  • Global G.A.P Non GMO
  • MSC
  • Label Roug
  • MarinTrust
  • BAP Best Aquaculture Practices

ISO9001:2015 er ein góðkenning, ið tryggjar at leiðslan arbeiðir á skilabestan hátt. Tað vil siga at beinleiðis krøv eru til eftirmeting og menning av leiðsluskipanini á virkinum. Havsbrún fekk hesa góðkenning í 2004, og arbeiðir støðugt við at menna hesa skipan.

GMP+ B1 er ein góðkenning, ið tryggjar at framleiðslan altíð koyrir á bestan hátt, og at møguligir vandar verða útihýstir. Hesir vandar kunnu verða dálking av liðugtvøru við ymiskum dálkandi evnum s.s. dioxin og pcb ella verum s.s. salmonella. Havsbrún fekk hesa góðkenning í 2005, og arbeiðir støðugt við at menna hesa skipan.

GlobalG.A.P er ein góðkenning í fyrst og fremst er gjørd at tryggja brúkaran, at vøran er framleidd á ein sovornan hátt, at vøran er av bestu góðsku. Hendan góðkenningin er eitt kvalitetstempul fyri vøruna ið Havsbrún selir. Havsbrún fekk hesa góðkenning í 2010, og arbeiðir støðugt við at menna hesa skipan.

MarinTrust er ein góðkenning sum snýr seg um at certificera ymisk sløg av rávøru sum burðardygg, umframt at sjálv framleiðslueindin, sum er Havsbrún mjøl- og lýsivirkið, lýkur krøvini til sporførið og burðardygd.

MSC Marine Stewardship Council

BAP Best Aquaculture Practices

Góðkenningar

LýsingGóðkenning

ISO 9001:2015 Góðkenning

GMP+ B1 Góðkenning
MarinTrust
Label Rouge
Marine Stewardship Council (MSC)
Best Aquaculture Practices

Global G.A.P Non GMO

Global G.A.P Góðkenning