Burðardygd vinna
Havsbrún stuðlar vøkstrinum í eini ábyrgdarfullari alivinnu og vit hava bundið okkum til eina burðardygga framleiðslu av hágóðskufóðri.
Í øllum - frá gjølla útvaldum rávørum til framleiðslumannagond - verður hædd tikið fyri fíggjarligum avkasti, føðsluvirði og burðardygd.
Fóðrið hjá Havsbrún:
- Hevur høgt innihald av góðkendum og burðardyggum marinum rávørum, sum vit meta økir um føðsluviðrið og er meira burðardygt, grundað á okkara framúr góðu landafrøðiligu viðurskifti. Øll rávøran er fiskað av føroyskum, íslendskum, donskum ella norskum bátum. Upprunin hjá øllum okkara marinu keldum eru allur váttaður í Ocean Disclosure Project, har tú sært, hvar tey eru flokkað í mun til burðardygd.
- Inniheldur fiskamjøl og lýsi frá fiski við lágum føðsluvirði, lágum marknaðareftirspurningi og í øktan mun eykaframleiðsla av fiskasløgum, sum verða fiskað til matvøruframleiðslu.
- Brúkar bert lýsi uttan dioxin og dioxinlíknandi PCB'ir.
- Hevur í framleiðsluni rættiliga lágan tørv á vatni og jørð samanborið við plantuprotein.
- Inniheldur bert plantuprotein og oljur, ið eru góðkendar sum non-GMO.
- Inniheldur bert SPC, sum er Pro-Terragóðkent.
- Inniheldur ikki ethoxyquin.
- Nýtir tilfar frá gjøgnumskygdari veitaraketu.
- Er framleitt eftir hægstu málunum fyri heilsu, trygd, og burðardygd, og við atliti til ta týðandi ávirkan, sum framleiðslan hevur á føroyska samfelagsbúðskapin. Finn listan við ymisku góðkenningunum her
Nærri kunning um okkara skyldu til burðardygd er at finna á heimasíðuni hjá Bakkafrost samtakinum, har møguleiki eisini er at finna virkismál og okkara íkast til 'Sunt lív - Frásøgn um burðardygd 2023'.