28.04.2025
Havsbrún verður hesar dagarnar skoðað eftir Aquaculture Stewardship Council (ASC) Feed Standard - skoðan byrjar í dag tann 28. apríl. Skoðanin er ein týðandi liður at tryggja hægsta góðsku og burðardygd í okkara fóðurframleiðslu.
ASC Fóður Standardurin er ein altjóða viðurkendur standardur, sum stuðlar undir umhvørvisliga burðardygd og sosiala ábyrgd í fóðurskipanini. Ein góðkenning undir hesum standardi tryggjar, at rávøra verður útvega ábyrgdarfult, at mannarættindi og arbeiðsrættindi verða vird gjøgnum alla fóðurketuna, at umhvørvisligir ampar verða minimeraðar, og at fóðurvirki virkar við gjøgnumskygni og ábyrgd.
Sum partur av ASC skoðanin, ynskja vit at bjóða áhugapørtum til orðanna. Møguleiki er fyri at seta seg í samband við skoðanarfelagið, sum eitur LRQA, um so er at áhugaði ynskja at deila upplýsingar um okkara virksemi ella at vísa á viðurskiftir, sum hava við hesa sertifisering at gera. Tilber at seta seg í samband við Filaretos Kaminaris á filaretos.kaminaris@lrqa.com við hesari umbøn. Afturmeldingar kunnu hjálpa við at tryggja fulla gjøgnumgongd og gjøgnumskygni í skoðanartilgongdini.
Møguleiki er eisini at fráboða kærur á heimasíðuni hjá Bakkafrost á hesum linkinum: BF - A4 template. Allar afturmeldingar og kærur verða handfarnar í trúnaði og í samsvari við okkara innanhýsis kærumannagongdir.
Vit síggja fram til nakrar spennandi dagar, har íkast frá áhugaðum kann verða ein virðismikil partur, og har vit halda fram móti einari burðardyggari framtíð innan fóðurframleiðslu og aling.