Havsbrún setur sølumet

Havsbrún setur sølumet

19.11.2020

Havsbrún fór í hesi vikuni um ein markastein í 54-ára longu søgu felagsins, tá sølunøgdin fyri fyrstu ferð nakrantíð fór upp um 100.000 tons av fóðri í sama ári.
– Hetta er úrslitið av tøkniligari menning og vinnuligt framskygni, og vit síggja fram til framhaldandi menning og vøkstur komandi árini, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún

Síðani Havsbrún tók ímóti fyrstu lastini av fiski á sumri í 1966, hevur framleiðslufyritøkan í Fuglafirði vaksið seg alsamt størri. Og í hesi vikuni setti Fóðurdeildin á Havsbrún nýtt sølumet. Deildin hevur higartil í ár framleitt og selt heili 100.000 tons av fóðri, ið er størsta nøgdin av fóðri, sum nakrantíð er seld á Havsbrún í einum ári.

- Hetta má sigast at vera ein varði í 54-ára longu søguni hjá Havsbrún. Hetta er úrslitið av tøkniligari menning og vinnuligt framskygni, og vit síggja fram til framhaldandi menning og vøkstur komandi árini. Ætlanin er at økja enn meira um framleiðsluorkuna á Fóðurdeildini, og vit arbeiða miðvíst við at menna fóður, ið skapar enn betri vøkstur hjá laksinum.
Á Havsbrún eru vit sera errin av at framleiða alifóður í heimsflokki. Tú verður tað, sum tú etur, sigur orðafellið. Hetta síggja vit eisini ger seg galdandi, tá tosað verður um laks. Góðskan á laksinum er beinleiðis tengd at, hvat laksurin hevur fingið at eta í síni livitíð, og vit eru tí hvønn dag tilvitað um okkara leiklut í framleiðsluni av serstøkum føroyskum laksavørum, sum hvønn dag mettar fólk kring heimin, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún.

Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún

Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún

Eisini leiðarin á Fóðurdeildini, Rúni Weihe, fegnast um metstóru framleiðslu- og sølunøgdina á Havsbrún í ár.

- Hóast umstøðurnar til tíðir hava verið ógvuliga avbjóðandi í ár, so hava vit megnað at sett met, ið má sigast at vera eitt sera flott avrik. Ein stór tøkk skal ljóða til starvsfólkini á Havsbrún, sum dagliga fara til arbeiðis við ágrýtni og góðum treysti, sigur Rúni Weihe, leiðari á Fóðurdeildini.

Odd Eliasen væntar, at endaliga sølunøgdin fyri 2020 kann gerast umleið 110.000 tons av fóðri. Til samanberingar seldi Havsbrún 97.408 tons av fóðri í 2019.

Til stuttleikar kann nevnast, at 100.000 tons av fóðri svarar til umleið 300 mia. fóðurperlur.