Havsbrún fær ASC-Feed Standard góðkenning – ein týðandi varði innan burðardygga aling.

Havsbrún fær ASC-Feed Standard góðkenning – ein týðandi varði innan burðardygga aling.

17.11.2025

Vit eru errin av kunngera ein týðandi varða á okkara ferð innan burðardygd: Fóðurframleiðsludeildin á Havsbrún er nú formelt góðkend sambært Aquaculture Stewardship Council (ASC) Feed Standard.

Hendan høgt virda góðkenningin endurspeglar okkara støðuga áhaldni í at framleiða fóður á ábyrgdarfullan hátt og at nýta burðardyggar alingarhættir. ASC Feed Standard setur strong krøv til bæði umhvørvisliga og samfelagsliga ábyrgd í allari fóðurveitingarketuni – frá útvegan av rávørum til framleiðslu og sporføri.

Burðardygd er kjarnin í øllum, sum vit gera á Bakkafrost. Hetta avrik er ein týðandi liður í okkara strategi fyri samtakið: at allur okkara laksur skal vera ASC-góðkendur, soleiðis at øll virðisketan stendur mát við hægstu altjóða krøv um burðardygd og gjøgnumskygni.

“Góðkenningin av Havsbrún er eitt stórt stig á leiðini mótvegis okkara máli um, at allur okkara laksur skal verða ASC-góðkendur,” sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. “Góðkenningin vísir styrkina í okkara integreraðu virðisketu og okkara áhaldni at reka ábyrgdarfulla aling - frá fóðri til føði.”

Um ASC Feed Standard
ASC Feed Standard
er ein altjóða viðurkendur mátistokkur, ið er mentur av einum samstarvi millum serfrøðingar, NGO’ar (almannagagnligir felagsskapir óheftir av politiskum myndugleikum) og vinnuleiðarar. ASC Feed Standard-mátistokkurin setur strong krøv, ið tryggja, at fóðurframleiðarar virka ábyrgdarfult - við at minka um ávirkan á umhvørvið, verja lívfrøðiligt margfeldi og tryggja rættvísar arbeiðsumstøður.

Um Havsbrún
Havsbrún er ein týðandi partur av Bakkafrost-samtakinum. Havsbrún framleiðir dygdargott fóður til okkara laks og hevur sostatt ein lyklaleiklut í at stuðla eini burðardyggari matarskipan frá fóðri til føði. ASC-góðkenningin vísir leiðsluna og áhaldni hjá Havsbrún viðvíkjandi at menna burðardygt fóður til aling um allan heim.

Samband:
Odd Eliasen Stjóri - Havsbrún
+298 21 51 60