Fuglafjørður hevur eina góða og djúpa havn. Á miðalvatni er dýpið, har ið bátarnir landa, uml. 9 metrar. Áðrenn skipið kemur inn á fjørðin, skal tað verða væl lensað, soleiðis at tangarnir eru so turrir sum gjørligt.

Fiskurin verður pumpaður úr skipinum við nýmótans landingarútgerð, og tað standa okkara egnu landingarfólk fyri. Landingarførið er uml. 100 - 120 tons um tíman.

Havsbrún veitir allar neyðugar tænastur til skipini, sum koma at landa, og skipini fáa fatur á okkum alt samdøgrið.

Sí nærri kunning á portoffuglafjordur.fo