Fuglafjørður hevur eina góða og djúpa havn. Á miðalvatni er dýpið, har ið bátarnir landa, uml. 9 metrar.

Áðrenn skipið kemur inn á fjørðin, skal tað verða væl lensað. Tað er strangliga bannað at reinsa tanga e.l., meðan skipið liggur við kai ella á fjørðinum.

Víst verður til reglugerðina fyri Fuglafjarðar Havn regluger-fyri-fuglafjarar-havn-2.pdf (portoffuglafjordur.com)

Fiskurin verður pumpaður úr skipinum við nýmótans landingarútgerð, og tað standa okkara egnu landingarfólk fyri. Landingarførið er uml. 100 - 120 tons um tíman.

Havsbrún veitir allar neyðugar tænastur til skipini, sum koma at landa, og skipini fáa fatur á okkum alt samdøgrið.

Sí nærri kunning á portoffuglafjordur.fo