Tað hevur alstóran týdning, at Havsbrún fær fyrstafloks rávøru til høldar frá fiskiskipunum. Rávøran er við til at tryggja høgu góðskuna á teimum framleiddu vørunum hjá Havsbrún, og tí verða tað sett høg krøv til feskleikan á rávøruni. Fiskurin, sum skipini avreiða, skal vera køldur niður fyri at feskleikin skal vera í lagi. Tá tað viðvíkur svartkjafti er alneyðugt, at hann er køldur niður í feskum vatni og edikkasýru. Havsbrún letur bæði vatn og edikasýru til skipini.