Lykilin í einum væl skjalprógvaðum vakstrarfóðri frá Havsbrún, er høgt fiskaproteininnihald, saman við teimum lívsneyðugu amino-og fitisýrunum, ið svara júst til lívfrøðiliga tørvin hjá laksi.

Samansetingin av vakstrarfóðri byggir á kendan føðslutørv hjá laksi. Høgu krøvini til okkara rávørur gera, at fóðrið gevur høga sodning, góðan vøkstur, lágan fóðurfaktor og eina framúr góða fiskagóðsku.

Havsbrún tryggjar gjøgnumskygni og sporføri, soleiðis at kundin veit, hvørjar rávørur verða nýttar til okkara fóðurblandingar. Alt fóður frá Havsbrún er Non-GMO.