Havsbrún var fyrsta fiskamjøls- og lýsivirki í heiminum, sum fór undir at framleiða fiskafóður, og Havsbrún er enn einsamalt um hetta virksemi í øllum Evropa. Havsbrún er einasta virki, ið framleiðir alifóður í Føroyum. Umleið helvtin av fóðrinum er fiskamjøl og -lýsi.

Havsbrún setur sera strong krøv til rávøruna, sum verður landað til virkið í Fuglafirð. Ein støðug tøknilig menning, gott samstarv við altjóða granskingarstovnar og føroysku alivinnuna, samstundis sum felagið hevur ein miðvísan góðskupolitikk, hevur givið virkinum altjóða viðurkenning sum eitt framkomið fiskamjøls- og fóðurvirki í heimsflokki.

Tað, at Havsbrún framleiðir sína egnu rávøru, gevur virkinum ein fyrimun, sum ongin annar framleiðari hevur. – At velja út tað besta mjølið og lýsið til fóðurframleiðsluna.

Fiskamjølið og lýsið í fóðrinum hjá Havsbrún stavar frá somu fiskasløgum, sum villur laksur náttúrliga etur. Hetta tryggjar alifiskinum best møguligar vakstrarumstøður. Alt fóður frá Havsbrún er Non-GMO.