Fiskamjøl og lýsi

Havsbrún hevur framleitt fiskamjøl og lýsi síðan 1966, og hevur tískil drúgvar royndir viðvíkjandi framleiðslu av fiskamjøli og lýsi.

Fiskamjølið og lýsið verður virkað úr ymiskum uppsjóvarfiski. Havsbrún setur strong krøv til góðskuna á fiskinum, og hetta ger, at mjølið og lýsið, ið verður framleitt, er fyrsta floks. Rávøran til mjølvirkið kemur bæði frá føroyskum og útlendskum fiskiskipum, og verður hon fiskað í Norðuratlantshavi.

Fiskamjøl er sera proteinríkt, og tí hóskar tað sera væl at nýta í eitt nú fóðurblandingum til alifisk, høsnarungar, svín og onnur kríatúr. Lýsi verður brúkt til alifóður, margarin og aðra tøkniliga nýtslu.

Lýsi

Fiskalýsi er grundleggjandi fyri framleiðslu av orkuríkum fiskafóðri. Lýsið er orkan í fóðrinum og tryggjar bæði skjótan vøkstur og ynski um góða feittmarmorering í laksinum. Útyvir at kjøtið í fiskinum fær tann rætta fastleikan, er tað rætta fiskalýsið við til at geva vøruni tann rætta smakkin. Hetta kemur av at laksasmakkurin bindir seg til feittvevnaðin í fiskinum.

Stórur munur er á góðskuni av lýsi. HB-lýsi er framleitt úr ókonserveraðari feskari rávøru. Ein skjót framleiðsla við góðum eftirliti leiðir til eina hágóðsku-vøru, við sera lágum innihaldi av fríum feittsýrum. Tað lága innihaldið av fríum feittsýrum er ger, at matarlysturin hjá fiskinum økist, tí lýsið bæði luktar og smakkar væl, júst sum tann natúrliga føðin hjá fiski; nevniliga feskur fiskur.