P/F Havsbrún varð stovnað í 1966.
P/F Havsbrún fór undir at framleiða fiskamjøl og lýsi í 1966. Framleiðslutólini kláraðu tá at arbeiða umleið 400-500 tons av fiski um samdøgrið. Nógvar íløgur eru síðan gjørdar í fiskamjøls- og lýsiframleiðsluna, og er framleiðsluorkan í dag umleið 1800 tons av fiski um samdøgrið.
Í 1981 fór Havsbrún undir at royndarframleiða alifóður. Í 1988 varð eitt nýtt fóðurvirki tikið í nýtslu. Fóðurvirkið hevði eina framleiðsluorku uppá 60 tons um samdøgrið. Síðan tá er fóðurvirkið støðugt útbygt og dagført við nýggjastu og fremstu tøknini innan fóðurframleiðslu. Framleiðsluorkan er í dag umleið 600 tons av fóðri um samdøgrið.
Kreppan fyrst í 90-árunum rakti alivinnuna sera meint. Nógv alibrúk fóru á húsagang, og vandi var fyri, at alivinnan datt niðurfyri. Í arbeiðinum at byggja føroysku alivinnuna uppaftur hevur Havsbrún havt sera stóran leiklut.
Í 2011 bleiv Havsbrún partur av Bakkafrost Samtakinum.
Nærri kunning um søguna hjá Havsbrún sí faldarin 'Havsbrún 50 ár'.
Søgan hjá Havsbrún |
|
Ár |
Tekstur |
1965 |
Esmar Fuglø gerst stjóri |
1965-66 |
Veturin 1965-66 varð verksmiðjan bygd á bryggjuni í Fuglafirði. Merkið er vundið á stong, so reisugildi er. |
1966 |
P/F Havsbun for undir at framleiða fiskamjøl og lýsi. Havsbrún tekur ímóti fyrstu sildalastini frá Beinir 30. juni 1966 |
1968 |
Ditleif Eldevig gerst stjóri |
1972 |
Andreas Lava Olsen gerst stjóri |
1983 |
Havsbrún byrjar royndarframleiðslu av alifóðri |
1987 |
Føroyska alivinnan verður rakt av Hitra-sjúkuni |
1988 |
Nýtt fóðurvirki tikið í nýtslu. Íløgan var góðar 45 milliónir krónir. |
1991 |
Føroyska alivinnan verður rakt av furenkolosan |
1995 |
Bergur Poulsen gerst stjóri á Havsbrún. Bergur var leiðari á fóðurdeildini áðrenn hann tók við sum stjóri. |
2004 |
Havsbrún tekur ímóti størstu nøgdini av rávøru, 336.000 tons. |
2011 |
Havsbrún gerst partur av Bakkafrost samtakinum |
2014 |
Havsbrún keypur 30% av Pelagos |
2016 |
Bakkafrost samtakið kunngerð eina íløguætlan á 2,2 milliardir krónur komandi fimm árini. Av teimum verða umleið 380 milliónir nýttar til íløgur hjá Havsbrún |
2017 |
Havsbrún tekur ímóti størstu nøgdini av rávøru - 342.000 tons. |
2019 |
Marius Petersen gevst eftir góð 46 ár á Havsbrún |
2020 |
Havsbrún fær nýggja heimasíðu. |