Havsbrún er eitt nútímans og altjóða viðurkent virki, ið framleiðir fiskamjøl, lýsi og alifóður. Tað mesta av framleiðsluni verður nýtt til egna frameleiðslu av fóðuri, men nakað verður tó útflutt. Tað miðvísa góðskingararbeiðið hjá Havsbrún hevur vunnið miklan frama uttanlands. Havsbrún er kent sum eitt framkomið virki við egnari starvsstovu. Fiskurin, ið Havsbrún keypir, verður avroknaður eftir góðsku og innihaldi, og sera strong krøv verða sett til vøruna, ið Havsbrún selur. Starvsstovan á Havsbrún hevur gott samstarv við granskingarstovnar úti og heima. |