| P/F Havsbrún fór undir at framleiða fiskamjøl og lýsi í 1966. Framleiðslutólini kláraðu tá at arbeiða umleið 400-500 tons av fiski um samdøgrið. Nógvar íløgur eru síðan gjørdar í fiskamjøls- og lýsiframleiðsluna, og er framleiðsluorkan í dag umleið 1300 tons av fiski um samdøgrið. | |

| | Í 1983 fór Havsbrún undir at royndarframleiða alifóður. Í 1988 varð eitt nýtt fóðurvirki tikið í nýtslu. Fóðurvirkið hevði eina framleiðsluorku uppá 60 tons um samdøgrið. Síðan tá er fóðurvirkið støðugt útbygt og dagført við nýggjastu og fremstu tøknini innan fóðurframleiðslu. Framleiðsluorkan er í dag umleið 550 tons av fóðri um samdøgrið. | |
 | | Kreppan fyrst í 90-árunum rakti alivinnuna sera meint. Nógv alibrúk fóru á húsagang, og vandi var fyri, at alivinnan datt niðurfyri. Í arbeiðinum at byggja føroysku alivinnuna uppaftur hevur Havsbrún havt sera stóran leiklut. Havsbrún er minnilutapartaeigari í 6 alibrúkum og 4 smoltstøðum | | |