|  | Vøruskráin hjá okkum kunnar teg um, hvussu fóðrið er sett saman á bestan hátt soleiðis, at trivnaðurin á laksinum verður settur í hásætið, og hann fær bestu treytir at mennast undir. Fóðrið er burðardygt. Stórur dentur er lagdur á sporføri, matvørutryggleika, og at framleiðslan fer fram á umhvørvisvinarligan hátt, samstundis sum tað tekur støðið í fíggjarviðurskiftunum hjá tí einstaka alaranum. Saman við dugnaligum, føroyskum alarum og góða, føroyska umhvørvinum, stremba vit eftir, at fáa føroyska laksin til eina fyrsta floks vøru og ein kappingarføran valmøguleika á heimsmarknaðinum. | |