Fiskalýsi er grundleggjandi fyri framleiðslu av orkuríkum fiskafóðri. Lýsið er orkan í fóðrinum og tryggjar bæði skjótan vøkstur og ynski um góða feittmarmorering í laksinum. Útyvir at kjøtið í fiskinum fær tann rætta fastleikan, er tað rætta fiskalýsið viðvirkandi til at geva vøruni tann rætta smakkin. Hetta kemur av at laksasmakkurin bindir seg til feittvevnaðin í fiskinum. Stórur munur er á góðskuni av lýsi. HB-lýsi er framleitt úr ókonserveraðari ferskari rávøru. Ein skjót framleiðsla við góðum eftirliti, er viðvirkandi til eina hágóðsku-vøru, við sera lágum innihaldi av fríum feittsýrum. Tað lága innihaldið av fríum feittsýrum er viðvirkandi til, at matarlysturin hjá fiskinum økist, tí lýsið bæði luktar og smakkar væl, júst sum tann natúrliga føðin hjá fiski; nevniliga feskur fiskur. Eitt prógv fyri reinleikan av lýsinum er vatninnihaldið, sum er max. 0,1 til 0,2%. |