Havsbrún er eitt nútímans og altjóða viðurkent virki, ið framleiðir fiskamjøl, lýsi og alifóður í heimsflokki. Tað mesta av framleiðsluni verður nýtt til egna framleiðslu av fóðri, og nakað verður útflutt.

Miðvísa góðskingararbeiðið hjá Havsbrún hevur vunnið miklan frama uttanlands. Havsbrún er kent sum eitt framkomið virki. Á okkara egnu starvsstovu føra vit strangt eftirlit við góðskuni á bæði rávørum og lidnum vørum, umframt at fleiri umfatandi starvsstovu greiningar verða framdar á øðrum starvsstovum, sum vit samstarva við. Strong krøv verða sett til alla rávøru, eins og til vøruna, ið Havsbrún selur. Havsbrún hevur gott samstarv við granskingarstovnar úti og heima.

Í 2011 bleiv Havsbrún partur av Bakkafrost Samtakinum.